Fundur

Kæru foreldur og onnur svimjiáhugað!

Svimjisambandið skipar fyri fundi við foreldur og onnur svimjiáhugað mikudagin 15. februar kl. 19 – 21 í matarhøllini í skúlanum í Runavík.
Við á fundinum vera m.a. Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum og Rói Hjelm, formaður í svimjinevndini.

Høvuðsendamálið við fundinum er at koma nærri feløgunum og at fáa meira at vita um tankar og ynski í mun til Svimjisambandið.

Møtið fjølment!