Tilmelding 2017/18.

 So byrja vit aftur at svimja 🙂

Tilmelding fer fram í skúlanum á Toftum fríggjadagin 8. septembur kl. 17.00 -18.30.

Meðan tilmeldingin fer fram, kunnu børnini stuttleika sær í svimjihylinum, har venjarar eisini verða til staðar.

Limagjaldið verður goldið við bankaflyting. Seinasta freist at gjalda limagjald er 10. okt. 2017. 

Um limagjaldið ikki er goldið tá, má svimjarin gevast, so ein annar sleppur framat. 

Svimjari, sum gevst aftaná 10. okt. 2017, fær ikki afturgoldið limagjaldið.