Vælkomin til svimjiárið 2012-13

So byrja vit aftur 😀

Tilmeldingin til svimjingina í vetur verður leygardagin 25. august í Tofta skúla frá kl. 11 – 13. Møguleiki verður at svimja.
Liggur ikki fyri at møta, kann telefontilmelding kann fara fram aftaná á tlf. 223534.

Venjingartíðirnar verða kunngørdar seinni. Liðini verða skipað eftir, hvussu nógv melda til.

Nevndin