1. lið á venjingarlegu

Mánadagin 25. mars fer 1. lið til Íslands á venjingarlegu. Við í ferðini eru allir 8 svimjararnir á 1. liði, 2 venjarar og 4 foreldur. Tey búgva á føroyska sjómansheiminum, Ørkini, í Reykjavík og svimja í Sundlaug Kopavogs í Kópavogi. Okkara høvuðsvenjari, Rúni Gaardbo, hevur gott samstarv við høvuðsvenjaran hjá 1. liði í svimjideildini hjá ítróttarfelagnum, Breiðablik”, sum venur har, og hevur fingið í lag, at okkara svimjarar venja, tá tey venja.
Ferðaliðið kemur heim aftur 2. páskadag.