Stuðulssvimjingin 2013

Kæru foreldur og svimjarar

í viku 16 (15. 19. apríl) verður árliga stuðulssvimjingin. Svimjararnir fáa stuðulspapír til venjing hesa vikuna og finna sær síðan stuðlar. Tey skulu hava papírini og møguligar pengar við aftur til venjing í næstu viku.

Til stuðulssvimjingina kunnu svimjararnir hava onkran við at telja, hvussu langt tey svimja. Um tey ongan hava at telja, venja tey sum vant, og venjarin telur longdir/breiddir.

Ein vinningur er til tann, sum savnar flest pengar og ein vinninur er til tann, sum savnar flest krónur pr. metur. Eisini verður lutakast millum allar svimjarnar, sum hava svomið stuðulssvimjing, um ein vinning.

Vinnararnir verða kunngjørdir á aðalfundinum/hugnaløtuni seinni í mánaðinum.

Vónandi taka tit undir við hesum so neyðuga tiltaki.

Nevndin