Frágreiðing frá aðalfundinum 2013

Týskvøldið 30. apríl var aðalfundurin hildin í B68 húsinum á Toftum. Umleið 100 foreldur og svimjarar vóru møtt, hóast tað var boðað frá illveðrið við kava.

Forkvinnan, Heidi Jacobsen, bjóðaði øllum vælkomnum. Fyrst á skránni var aðalfundurin. Lis Gøte var vald til fundarstjóra. Hon staðfesti, at aðalfundurin var lógliga lýstur.  Síðan fekk Heidi orðið, har hon tók saman um farna svimjiárið. Hon nevndi m.a. góðu undirtøkuna hjá felagnum og Flotkappingina, sum hevði metnógvar tilmeldingar. Aftaná legði skrivarin roknskapin fram vegna kassameistaran, sum ikki fekk møtt. Úrslitið var eitt fitt avlop á uml. 6000 kr. Roknskapurin var góðtikin uttan viðmerkingar. 3 nevndarlimir stóðu fyri vali: Heidi Jacobsen, Ann Djurhuus og Halda Juul Olsen. Heidi og Ann tóku við afturvali. Einki uppskot til nýggjan nevndarlim kom ístaðin fyri Haldu, sum hevði sagt nevndarsessin frá sær, og gav aðalfundurin nevndini heimmild til at finna ein nýggjan nevndarlim. Í nevndini eru nú Heidi Jacobsen, Ann Djurhuus, Una Hansen og Pálin Olsen. Eykalimir eru Kirsten í Hjøllum og Maria Danielsen. Granskoðari er Kirsten í Hjøllum.

Síðan var tann meira hugaligi parturin á skránni við kaffi og lutaseðlasølu. Svimjararnir fingu síni merkir, og Rúni skipaði síðan fyri eini spurnarkapping. Aftaná vóru vinningarnir trektir, og endað var við ballónbresti sum vant.

Pálin Olsen, skrivari