Havsvimjing á eystanstevnu

Á Eystanstevnu, sunnudagin16. juni klokkan 15, skipa vit fyri havsvimjing tvørtur um Skálafjørð. Svomið verður frá Sjógv og inn í havnina í Runavík. Teinurin er einar 1,6 km langur. Lítið er av streymi, og seinasti teinurin verður svomin fram við landi.
Hetta er triðju ferð, at Flot skipar fyri svimjikapping tvørtur um Skálafjørðin, fyrstu ferð av í 2000.
Meðan svomið verður, eru skjóttgangandi bátar frá bjargingarfelagnum at ansa svimjarunum og tryggja, at teir koma trygt vegin fram.
Til ber at skifta í róðrarneystinum inni á Glyvrum frá kl. 14.00, og kl. 14.45 verða allir svimjararnir sigldir yvir á Strendur.
Luttakaragjald: 100 kr.
Tilmelding hjá forkvinnuni  í Flot
Heidi Jacobsen, tlf. 228537 ella á
heibu@olivant.fo
í seinasta lagi 12. juni.