Flot-stevnan 2014

Svimjararnir á SS1, SS2 og SS3 skulu lata 2 lutir til køkutombola, sum verður í skúlanum samstundis, sum kappingin er. Komið við lutunum kl. 10.30 – 11.30. Eisini ber til at lata nevndini lutirnar kvøldið fyri.

Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum at hjálpa til, um kappingin skal ganga eins væl og í fjør, tá vit høvdu metstóra luttøku. Sigið frá á tlf. 741984, at tit kunnu rætta eina hjálpandi hond 🙂

Blíðar heilsur

Nevndin