Stuðulssvimjingin 2014

Nú er árliga stuðulssvimjingin aftur á skránni. Vónandi taka tit eins væl undir við henni sum undanfarnu árini 🙂

Svimjararnir fáa papírini frá sínum venjarum til venjingina hesa vikuna. Í hvørjum posa eru 10 stuðulspapír. Er tørvur á fleiri, eru kunnu tit kopirera ella taka skjalið niður her:

STUÐULSSVIMJING 2014

Svimjararnir skulu hava øll papírini við aftur til stuðulssvimjingina – eisini tey óbrúktu.

Venjararnir gera av, nær svomið verður ein av døgunum 28. mars – 4. april, og siga sínum svimjarum frá. Til stuðulssvimjingina er gott at hava onkran við, sum kann telja longdir/breiddir.

Í ár eru vinningarnir til svimjararnar eins góðir og undanfarnu árini:

Fyri hægsta krónutal: ein smartfon frá Vodafone við talutíðarhaldi
Fyri flest oyratal pr. metur: hettutroyggja, handklæði og svimjihetta við Flotmerkinum á
Lutakast millum øll: eitt gávurkort á 200,- kr frá Cafe 44

Vinnararnir vera kunngjørdir á aðalfundinum/hugnaløtuni, sum verður 29. april.

Blíðar heilsur

Nevndin