Aftur í ár kann Svimjifelagið Flot staðfesta metstóra undirtøku. Eins og flestu undanfarin ár er bíðilisti til børn í svimjiskúlanum. Og í ár var hann sera langur!Í ár hava vit 5 svimjiskúlalið, umframt 1. og 2. lið, og vit hava masterssvimjing fyri vaksin, sum duga at svimja. Afturat tí, hava vit eitt lið til vaksin, sum læra seg at svimja, og har er eisini bíðilisti.

Hóast vit valdu at økja um talið av liðum, so kláraðu vit heldur ikki hesa ferð at nøkta tørvin, tí svimjihylurin í skúlanum á Toftum rúmar bert eitt ávíst tal av børnum, og tað avmarkar talið av børnum, sum kunnu venja á hvørjum liðið. Sum eina roynd valdu vit í ár at at gera eitt lið afturat í svimjiskúlanum. Men børn eru framvegis á bíðilistanum.

Kappsvimjing er ein partur av virkseminum hjá Flot. Hin parturin er at læra at svimja, tí tað er sera umráðandi at duga at svimja, so ein kann lívbjarga sær, um vandin er har.

Ynskistøðan hjá Flot hevði verið at havt umstøður, so vit kundu nøkta tann stóra eftirspurningin við fleiri tímum ella havt møguleikan at havt fleiri børn í hylinum í senn, so eingin skuldi bíða eftir at sleppa at læra seg at svimja.