Aðalfundur

Árligi aðalfundurin hjá Flot verður á Svangaskarði t. 23.apríl 2024 kl. 18.00.

Børnini fáa svimjimerkir, har verður lutaseðlasøla og ein drekkamunnur at fáa.

Tvey standa fyri vali, so um onkur hevur áhuga í nevndararbeiðinum hjá Flot, og vil vera við til at halda felagnum koyrandi, og gera mun, so eru tit so hjartaliga vælkomin til tess.

Vónandi møta vit fjølment upp, og fáa eitt hugnaligt kvøld saman.